? Løgtingið eigur at samtykkja uppskotið um at nýta null-hugsjónina sum ferðslupolitiska stevnu. Men tað krevur, at løgtingið eisini er sinnað at játta neyðugu pengarnar.
Hetta sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Í blaðnum Bilar, sum var í Sosialinum í gjár, sóu vit, at fráfarni formaðurin í Ferðslutrygd, Petur Jacob Sigvardsen, harmaðist um, at arbeiðsbólkur, settur í Vinnumálastýrinum, ikki var farin til verka enn, hóast Ferðslutrygd fyri fleiri árum síðani hevur heitt á Vinnumálastýrið um at seta null-hugsjónina sum ferðslupolitiska stevnu.
? Hatta má eg taka á mín kappa. Orsøkin er, at starvsfólkið í Vinnumálastýrinum hevur havt so nógv at gera, at stundir ikki hava verið at gjørt hatta arbeiðið, sigur Bjarni Djurholm, sum leggur dent á, at tað ikki er av tvørrandi vilja, at arbeiðsbólkurin, sum skuldi viðgera ferðslulógina annars, ikki er farin til verka. Hann vil hava hetta arbeiðið í gongd sum skjótast, so tað ikki aftur ganga 17 ár til broytingar verða gjørdar í ferðslulógini.
Á ársfundinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd varð samtykt at heita á landsstýrismannin um at leggja álitið, »Ávegis til nullhugsjónina«, sum Ferðslutrygd hevur gjørt, fyri tingið sum uppskot til samtyktar um ferðslupolitiska stevnu.
Bjarni Djurholm, sum var við á fundinum sigur, at ymsir spurningar vórðu reistir, eitt nú vildu kommunurnar vita, hvørjar avleiðingar hetta fór at fáa fyri tær.
? Vit fara nú at arbeiða víðari við hesum uppskotinum í Vinnumálastýrinum. Vit fara at tosa við ymsu partarnar í málinum, so sum Landsverkfrøðing, løgreglu, kommunu o. o., ið hava við ferðslu og ferðslutrygd at gera. Hetta mugu vit gera, tí í viðmerkingunum til uppskotið skulu vit siga, hvørjar avleiðingarnar uppskotið fær, sigur landsstýrismaðurin.
Bjarni Djurholm sigur, at uppskotið helst verður lagt fram sum uppskot til samtyktar. Uppskotið verður helst broytt samsvarandi tí, nevnt er omanfyri, men tað verður við null-hugsjónini sum grundstevnu, sigur Bjarni Djurholm.