Øll koyrdu við skili

Tey seinastu vikuskiftini hava jólaborðhaldini verið fleiri, og undir jólaborðhaldum verður stundum nógv drukku.

 

Hetta vikuskiftið eins og tey undanfarnu hevur politiið nógvastaðni í landinum verið úti og steðga bilum fyri at kanna, um bilførararnir vóru ávirkaðir.

 

Heilt nógvir bilar vórðu steðgaðir. Ikki ein einasti bilførari var ávirkaður, sigur politiið.