Klaksvíkingar hava í fleiri áratíggju rópt seg føroyska tónleikahøvuðsstaðin ella føroyroyska Nashville. Og við rætti. Ì nógv ár eru størstu nøvnini innan tónleik komin úr Klaksvík.
Og hetta gevur teimum ein gyltan møguleika at grava garvaðar rockarar fram aftur og aftur í ár nýtti Summarfestivalurin hendan møguleikan. Og tá leitast skal aftur í sjeytiárini, so slepst ikki undan Jørgin Dahl.
Hesaferð stóð hann á odda fyri Straight Ahead, bólkurin, sum setti standardin í sjeytiárunum og sum við Veðraplátuni setti sær ein tann størsta varðan í føroysku rocksøguni.
Bólkurin hevur ikki spælt nógv, síðani teir fóru hvør til sítt í 1978. Bert einaferð aftur fóru teir á pall, nevniliga í 1989.
Hvat fólk væntaðu sær av gomlu rockveteranunum veit eg ikki. Sjálvandi hava tey flestu hugsað um gomlu slagararnar, so sum Komið øll Við, Tú Veitst og Heading for Disaster.
Og gomlu hittini harav okkurt er endurinnspælt av øðrum bólkum- liva enn millum manna, tað gjørdist heilt greitt á Summarfestivalinum í ár.
Streymurin fór
Manningin var eitt sindur broytt. Eini 3 av upprunamanningini vóru við og sjálvandi við Jørgen Dahl í oddinum.
Talan var um eina framførslu, sum átti stóran part av tí orku, ið skal til slíkan tónleik. Myrki trummuleikarin setti veruliga dám á. Ikki minst, tá streymurin fór á pallinum og øll orka varð tikin frá bólkinum. Tá tók hann, sum onki var hent, og spældi víðari á síni mongu ásláttursljóðfør, eins og hann eisini var sera dugnaligur at fáa fjøldina við sum heild.
Mikkjal Hvannastein er ungur guitarleikari, men slapp veruliga at royna seg og fekk rúm og tíð undur fremstu pallperunum. Og hann takkaði við frálíkum guitarspæli.
Allar tær góðu gomlu løturnar komu aftur við tónunum frá sjeytiárunum. Og hetta gjørdist ein løta og ein konsert, ið var júst soleiðis, sum slíkar eru og eiga at vera.
Nostalgi. Tað er nokk oriðið, ið best lýsir løtuna. men hetta er ikki nakað keðiligt, tí tá okkrut gerst nostalgi, so prógvar tað bert, at tað hevur livað og yvirlivað tíðarinnar tonn. Og at tað ikki fór í gloymibókina, men heldur hevði egið lív, hóast so mangt annað fór við tíðarstreyminum og sást ikki aftur.
Straight Ahead eiga løgini, ið kunnu halda teimum uppi. Og tónleikaliga riggaði væl hjá teimum. Stuttligt, at tað bar til at hoyra hendan legendariska bólkin enn einaferð.
Alt gekk so at siga í eina hægri eind, har sjeytiárini áttu lív í eini stak hugnaligari og hugvekjandi løtu á Vágsbø.