Er tað nakað sum fer at sermerkja morgindagin í Klaksvík so verður tað uttan iva orði rudding og trivnaður. Ætlanin er nevniliga, at allir borgararnir skulu út at rudda og gera býin bæði reinan og fríðan.
Dagurin verður settur í Ósáskúlanum kl. 10, har Rani Nolsøe, formaður í Heilsu- og Umhvørvisnevndini heldur røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir lættan horntónleik, eins og kaffi og rundstykkir verða at fáa.
Síðani verður farið út at rudda til kl. 13. Møtt verður aftur til lætt ábit, og tá fer Hans Hjalti Skaale at syngja nakrar sangir.









