Øll øki uttan Suðuroy vaksa

Seinasta árið er fólkatalið í øllum sýslum uttan Suðuroy vaksið

Tað gongur ein veg við fólktalinum í Føroyum í løtuni – uppeftir.

Seinasta árið er fólkatalið vaksið við 616 fólk, so at tað 1. juni í ár var komið upp á 49.445. Tað svarar til ein vøkstur á 1,3 prosent, og so stórur hevur fólkavøksturin ikki verið síðani 2002.

Hagstova Føroya, sum hevur gjørt uppgerðina, hevur eisini gjørt upp, hvussu gongdin er í sýslunum. Har vísir tað seg, at fólkatalið veksur í seks av sjey sýslum.

Størsti vøksturin er Tórshavnarøkinum og í Vága sýslu – har er fólkatalið vaksið við 1,8 prosentum.

Í Suðuroyar sýslu er fólkatalið minkað seinasta árið. Afturgongdin er 54 fólk, og tað svarar til eina minking á 1,2 prosent. Fólkatalið í Suðuroy var 1. juni 4.578.