Øll hotellini í høvuðsstaðnum fullsett

- Tað hevur gingið væl at fingið allar gestirnar heim við flogfari, og tað hevur gingið væl at fingið teimum innivist, sigur Fríðun Jacobsen hjá Greengate Incoming Felagið Greengate Incoming er felagið, sum hevur syrgt fyri at fáa flestu útlendsku framsýnararnar og gestirnar higar til lands, og felagið hevur eisini skipað fyri, at hesi hava fingið innivist og bilaleigu, eins og flutning millum flogvøllin og høvuðsstaðin.

Fríðun Jacobsen hjá Green Gate Incoming sigur, at øll hotellini í býnum hava verið fult bookað í samandi við stevnuna.

- Tað hevur gingið væl at fingið allar gestirnar heim við flogfari, og tað hevur gingið væl at fingið teimum innivist.

Hon sigur, at Greengate Incoming kortini ikki hevur staðið aftanfyri flutningin og innivist hjá øllum útendsku gestunum, tí ein partur hevur syrgt fyri hesum sjálvur.

- Vit hava syrgt fyri at fingið umleið 150 fólk higar til lands og hava somuleiðis útvegað teimum innivist og bilaleigu, um tey hava ynskt tað, sigur Fríðun Jacobsen.

Hon vísir á, at ein partur av útlendsku framsýnarunum og gestunum fara avstað aftur við flogfari í dag, men meginparturin fer avstað aftur í morgin.

- Eg haldi, at samstarvið, sum vit hava havt við Sp/f Atlantic Fair, sum stendur aftanfyri stevnuna, hevur virkað væl, og vit hava ongar negativar afturmeldingar fingið frá útlendsku gestunum, sigur Fríðun Jacobsen.