Tað merkir samstundis, at tað eru nógvir leikarar, ið ikki hava fingið boð um at luttaka í HM.
Millum teir meiri kendu eru brasiliumennirnir, Ronaldinho Pato og Adriano, ið venjarin hjá Brasilia, Carlos Dunga, ikki metti verða góðar nokk. Eisini góði gamli Ronaldo, sum seinastu tíðina hevur spælt í heimligu kappingini í Brasilia, hevur heldur ikki fingið boð frá Carlos Dunga.
Kritikkurin hevur eisini hegla omanyvir Diego Maradona, ið er landsliðsvenjari hjá Argentina. Hóast Esteban Cambiasso og Javier Zanetti í ár vunnu bæði landskappingina og steypakappingina í Italia umframt Champios League við Inter Milan, so var ikki pláss fyri teimum í hópinum hjá Maradona.
Verandi heimsmeistarnir, Italia, við Marcello Lippi á odda, hava ongan Alessandro del Piero, Luca Toni ella Franceso Totti í hópinum. Sampdoria stjørnuleikarin, Antonio Cassano, er heldur ikki við, men hann gav avboð tí hann skal giftast í summar.
Tað var líka við, at Frakland ikki kom við til HM. Millum annað vunnu teir akkurát á Føroyum á Tórsvølli í undankappingini. Tá mest stóð á, fingu teir eina hjálpandi hond frá Thierry Henry í dystinum ímóti Írlandi. Liðfelagin hjá Gunnari Nielsen í Manchester City, Patrick Vieira, slapp saman við Samir Nasri og Karim Benzema ikki í hópin hjá Raymond Domenech.
Av øðrum kunnu nevnast Chelsea leikararnir Michael Ballack og Michael Essien, sum báðir hava givið avboð vegna skaðar.
HM endaspælið í Suður Afrika byrjar um góðar 8 dagar og 19 tímar.