Øll hava tørv á at menna seg

Skeiðstovan Kvæsir hevur í nøkur ár skipað fyri skeiðum av ymsum slagi. Tað hevur verið alt frá KT trygd til sølu og management. Nú fer skeiðstovan undir eina nýggja herferð, har skeiðini verða skipað undir heitinum Trivnaður og umhvørvi á arbeiðsplássinum

Í døgunum 8. til 12. november skipar skeiðstovan Kvasir fyri fimm ymiskum skeiðum undir felagsheitinum Trivnaður og umhvørvi á arbeiðsplássinum. Tey fimm skeiðini eru: Sjúkrafrávera ? spill av góðum arbeiðskreftum, Ergonomiskt og psykiskt arbeiðsumhvørvi, Psykiskt arbeiðsumhvørvi og organistiónsmenning og At skilja og loysa konfliktir. Umframt hetta verður ein temadagur, har ljós verður varpað á Heilsubetran á arbeiðsplássinum.
? Vit trúgva uppá, at øll menniskju hava tørv á at menna seg á ein ella annan hátt á onkrum støði, og er tað málið hjá okkum at nøkta tann tørvin, sigur Sam Jakobsen, dagligur leiðari á Kvasir.
Hesi skeiðini venda sær til ávísar málbólkar, tað veri seg leiðarar, stjórar ella fólk, ið til dømis arbeiða innan sjúkrafráveru og so framvegis.
Sam Jakobsen heldur, at tilvitanin hjá fólki um góða heilsu er og hevur verið á veg upp eftir í eina tíð. Eisini vísir hann á, at almanna- og heilsumálaráðharrin hevur sett fokus á heilsuna við millum annað renningini, sum var herfyri. Tí heldur hann, at hesi skeiðini eru løgd til rætta tíð og fara at raka væl.
? Eg trúgvi, at tann føroyski lønmóttakarin framyvir ikki bara fer at hugsa um pengar, tá hann skal finna sær eitt arbeiði. Trivnaðurin man eisini hava nógv at siga, sigur Sam og heldur fram, at tað helst verður tað sama við stjórum. At teir fara at raðfesta trivnaðin høgt fyri at halda upp á starvsfólkini

Byrjaði við koyrikortinum
Kvasir sá dagsins ljós í 2000. Sam Jakobsen, dagligi leiðarin,var við til at byrja hesa skeiðstovuna, sum er ein sjálvstøðug eind undir Faroe Dane.
Hann greiðir frá, at tá sølan av teldum fekk luft undir veingirnar fyri nøkrum árum síðani, vaks tørvurin á at kunna menna seg innan teldunýtslu samsvarandi.
? Hetta gjørdi, at vit millum annað byrjaðu við teldukoyrikortinum, sum var okkara fyrsta skeið, greiðir Sam frá.
Síðani tað hevur Kvasir skipað fyri einum ótali av skeiðum. Við bæði føroyskum og donskum skeiðsluttakarum.
Á skeiðstovuni Kvasir arbeiða trý fólk fast, og so eru nógvir free-lance undirvísarar knýttir at stovuni eisini.