Komið er fram í miðlunum, at lesitilfar á føroyskum í m.a. náttúruleirugreinunum, t.d. støddfrøði og alis- og evnafrøði er ov avmarkað ella ikki tøkt, og at lærarar og næmingar mugu leita eftir fløgum og fløguspælarum fyri at kunna fylgja við.
“Tað er uppgávan hjá tí almenna at syrgja fyri, at øll hava somu møguleikar at læra, og vit kunnu ikki góðtaka, at undirvísingartilfar til fólk, ið eru orðblind og lesiveik, ikki er teldutøkt ella nóg gott,” sigur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi