Í kvøld klokkan 19 skipar Ráðið fyri brekað fyri almennum kjakfundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Fundurin er um, at tey, sum bera brek, hava sama rætt sum onnur at sleppa í skúla og at læra.
- Eingin vil vera uttanfyri, og tað er so sera svárt hjá foreldrum at børnum, sum hava skerdan førleika, at síggja, at teirra barn ikki fær ta frálæru, tað hevur rætt til. Ella at vita, at eingin annar møguleiki er, enn at fara av landinum, tá fólkaskúlin er liðugur. Hesi eru viðurskiftini hjá nógvum familjum og einstaklingum, sigur Ráðið fyri brekað.
Tað ræður um at finna loysnir, soleiðis at øll fáa frálæru og útbúgving, og møguleika at fóta sær í samfelagnum.
Fundurin tekur støði í handikapsáttmálanum, sum Føroya Løgting tók undir við í 2009.
- Vit spyrja landsstýrismannin í skúlamálum, hvussu vit sum samfelag liva upp til ásetingarnar í sáttmálanum um útbúgving, vit varpa ljós á møguleikarnar á skúlanum við Áir, vit hoyra foreldur greiða frá forðingum í gerandisdegnum og um framtíðarútlit hjá familjuni, og vit fáa hugskot frá Íverksetarahúsinum um, hvussu fólk við skerdum førleika kunnu gerast virkin.
Við pallborðið eru Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Mai-Britt Holm Andersen, skúlaleiðari, skúlin við Áir, Krista O. Brimheim, foreldur og Rani Nolsøe, leiðari á Íverksetarahúsinum.
Endamálið við fundinum er at fáa eitt gevandi orðaskifti, ið varpar ljós á spurningin um, hvørjir møguleikar eru á útbúgvingarøkinum, fyri tey ið bera brek, og í hvønn mun handikapsáttmálin er farin at virka.
Eftir innleggið frá pallborðsluttakarunum verður kjak. Jón Brian Hvidtfeldt, verður orðstýrari og Eyðgunn Hansen og Hervør á Torkilsheyggi tulka.
Tiltakið er ókeypis. Tiltakið er i Miðlahúsinum 5. september og byrjar kl. 19.00. Ætlanin er, at tiltakið skal enda kl. 21.00.