Havn: - Hvussu verður barnið ment kensluliga og intellektuelt gjøgnum málið?
Hetta er evnið á eini ráðstevnu sum verður hildin á Hotel Føroyum teir komandi dagarnar. Hetta er ein stevna við luttakarum úr øllum Norðurlondum.
Orsøkin til hetta er, at henda ráðstevnan júst verður skipað sum ein partur av tí samstarvinum, sum longu er millum Norðurlond á hesum øki.
Ein líknandi ráðstevna sum henda varð hildin fyri tveimum árum síðani í Noregi, og er nú túrurin komin til Føroyar. Ætlanin er at skipa hesa ráðstevnuna annaðhvørt ár.
Felags áhugamál
Á ráðstevnuni í ár fáa luttakararnir atongd til nógvar áhugaverdar fyrilestrar, eins og góð høvi eru til prát og tjak um felags áhugamál millum luttakararnar.
Eitt av evnunum, sum fer at fáa nógva umrøðu á ráðstevnuni er júst hetta nýggja hoyritólið Cochlear Implant. Spurningurin, ið nú verður settur er: Hvussu verður framtíðin hjá teknmáli, so hvørt sum fleiri deyv fáa sær hetta hoyritólið.
Rættiliga nógvir danir ganga við hesum hoyritólinum, eins og 11 ára gamla Bjørt Hvidbro, sum samrøða er við aðrastaðni í blaðnum
Eitt annað áhugavert evni er úrslitið av eini íslendskari kanning. Her hevur ein granskari hevur kannað, hvussu umstøðurnar eru hjá vaksnum deyvum í einum hoyrandi samfelagi, har dentur er lagdur á teirra sosialu atferð.
Tann eina dagin verður eisini ein pallborðsfundur, har nakrir av fyrilestrahaldarunum saman við Britt Hildeng úr norska stórtinginum, Bente Dahl úr fólkatinginum, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismanni og Heidi Petersen, løgtingslimivera við í einum kjaki um, hvussu landsins myndugleikar skapa bestu umstøður og karmar fyri teim deyvu.
Ætlanin var eisini at fáa Hans Paula Strøm, landsstýrismann við á pallborðsfundin. Hann bar seg kortini undan, tí hann helt seg kenna ov lítið til økið, hóast økið er hansara málsøki.
Hinvegin so er eisini givin tíð til prát og samtalur. Og nógv felags áhugamál skuldu verið at práta um, tá eitt nú rektorar, sálarfrøðingar, námsfrøðingar, málvísindafólk, teknmálstulkar - og deyv, sjálvandi - hittast á sama staði.
Tilsaman vera eini 170 luttakarar á stevnuni, harav 60 teirra eru úr Føroyum.