Skálavík er í fremstu røð, tá ræður um reint drekkivatn og góðkenda spillivatnsskipan.
- Vit hava eisini góðkenda innaneftirlitsskipan, og alt tað kommunala koyrir við led-perum. Nú vilja vit eggja okkara borgarum til ikki at taka plastposar heim við úr handlinum - og eisini at skifta sínar perur út við led.
Tað sigur Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu.
Í Skálavík verður nógv gjørt fyri, at bygdin skal hava ein grønan profil. Øll kommunal ljós eru skift til led, og hetta hevur eisini merkt eina sparing í el-nýtsluni hjá kommununi á umleið 50 prosent.
Borgarstjórin sigur, at næsta stigið, sum kommunan nú fer at taka, er, at mæla fólk til ikki at taka plastposar heim við, tá tey fara í handlarnar at keypa. Samstundis verður mælt fólki til at brúka led-perur.
- Vit hava gjørt eina tasku við vøkrum búmerki á og í hesi tasku, sum ókeypis verður borin hvørjum húski í kommununi, liggja eisini fýra led-perur. Ætlan okkara er, at fólk – heldur enn at taka plastposa heim við sær – keypa upp í taskuna.
Borgarstjórin sigur, at á henda hátt vil kommunan vísa á, at tað saktans ber til at lata plastposarnar liggja og ikki taka teir heim við.










