Eisini í dag er so nógv øska í luftini yvir Grønlandi, at har er eingin flúgving Á middegi í gjár varð grønlendska loftrúmið stongt av øsku, og framvegis er so nógv øska, at øll flúgving bæði innanlands og til og úr Grønlandi er avlýst í dag, upplýsir Air Greenland.
Umleið 1000 fólk og 20 tons av frakt eru rakt av avlýsingini.
Útlitini fyri í morgin eru betri, og Air Greenland ætlar at seta eyka flogfør inn um vikuskiftið.