Øll flogferðsla í dag er avlýst

Atlantsflog hevur nú boðað frá, at einki flogfar fer at lenda í Vágum í dag, og at einki flogfar fer avstað Nú er tað klárt norðan fyri og eystan fyri og í Sundalagnum. Men tað er framvegis tjúkt sunnanfyri og vestanfyri. Í Vágum er rættuliga tjúkt, og nú hevur Atlantsflog boðað frá, at eingin flúgving verður í kvøld.

Átta flogfør, sum skuldu lenda í Vágum í dag, bíða. Eitt, sum fyrrapartin fór úr Keypmannahavn og eina løtu var yvir vøllinum, bíðar í Bergen. Sambært ferðaætlanini skuldu flogfør umframt úr Keypmannahavn komið í Vágar í dag úr Billund, Ålborg og Reykjavík.

Eitt flogfar fór til Keypmannahavnar klokkan 7.35 í morgun. Fimm aðrar fráferðir skuldu havt verið í dag. Tríggjar til Keypmannahavnar, ein til Ålborg og ein til Billund.

Atlantsflog sigur seg vóna at fáa gongd á aftur flogferðsluna út ímóti middegi í morgin. Heitt verður á ferðafólk um at kunna seg á portalinum og øðrum fjølmiðlum og á heimasíðuni atlantic.fo.