Øll flúgving í dag avlýst

Loftferðslumyndugleikarnir hava nú stongt føroyskt loftrúm fram til midnátt. Av tí sama er øll flúgving hjá Atlantsflogi í dag avlýst. Danskt loftrúm hevur annars verið opið í dag, so tí hevði møguleiki verið fyri at flogið til Danmarkar, men øskúskýggj eru í føroyskum loftrúmi.

Tí er øll flúgving avlýst restina av hesum degnum.

Møguleiki er tó fyri, at flúgvingin lutvíst kann takast uppaftur í morgin. Atlantsflog kemur við nærri boðum kl. 21 í kvøld.