Øll fingu 11 kilo av tvøsti og spiki

Tað er komið væl við hjá fólki í Nes kommunu, at tey hava fingið heimapartar úr grindini, sum legði beinini í Hvannasundi.

Tað vóru umleið hundrað hval, sum løgdu beinini í grindini í Hvannasundi seinnapartin í gjár.

 

Í Nes kommunu vóru tey so heppin at fáa umleið 40 hval til heimapartar, sum allir borgarar í Nes kommunu nú hava fingið lut í.

 

Hvalirnir vórðu skornir upp í gjárkvøldið, og uppskorna grindin varð síðan køld niður til í morgun, tá hon varð býtt í heimapartar.

 

Í tímunum frá klokkan 15 til 19 í dag hava borgarar í Nes kommunu havt høvii at heinta grindapartarnar sunnan fyra Landingarmiðstøðina.

 

- Heimaparturin er 11 kilo av tvøsti og spiki til hvønn persónin. Tað merkir, sigur kommunan, at eru fýra fólk í húsi, verður samlaði parturin 44 kilo.