Seinna steypakappingin í amboðsfimleiki var í Fimi leygardagin. Í gjár skrivaðu vit um Aron Jacobsen, sum bleiv fyrstu føroyingur, ið gjørdi eitt Yamawaki-lop í reck-kappingini og skrivaðu annars um úrslitini hjá teimum vaksnu.
Yngru aldursbólkarnir kappaðust eisini og úrslitini háttaðu seg soleiðis.
Gentur:
Kvinnuunglingar
Rebekka Ingadóttir úr Havnar Fimleikafelag vann gull, Astrið N. Breckmann úr HF vann silvur og Miriam Emilia Christiansen úr Ljósinum vann bronsu.
Á bita vann Astrið B. Breckmann úr HF vann gull, Rebekka Ingadóttir úr HF vann silvur og Sofia Hansen úr Støkk vann bronsu.
Stig 6
Í stig 6 vóru tríggjar gentur úr Havnar Fimleikafelag sum kappaðust í bita og gólvið. Raðfylgjan bleiv hin sama í báðum kappingunum – Gunnvá Mørkøre vann gull, Sólja F. Müller vann silvur og Karina D. Heinesen vann bronsu.
Stig 5
Í stig 5 vóru eisini somu genturnar, sum endaðu nummar eitt og tvey í kappingunum báðum. Sara Høj úr Støkk vann gull í bita og á gólvi og Rósa Jacobsen vann silvur. Í bita vann Anna Elisabeth Weyhe úr Ljósinum bronsu, meðan Lív R. Isfeld úr HF vann bronsu á gólvi.
Stig 4
Í stig 4 vann Sólja N. Poulsen úr Ljósinum gull á bita, Jancy Mohr úr Klaksvíkar Fimleikafelag vann silvur og Katrina K. Nielsen úr Ljósinum vann bronsu. Á gólvi vann Birita H. Debes úr HF gull, meðan Sólja N. Poulsen úr Ljósinum og Jancy Mohr úr KF báðar vunnu silvur.
Dreingir:
Mansunglingar
Her vóru bara tríggir luttakarar, allir úr Havnar Fimleikafelag, men eingin teirra luttók í øllum trimum kappingunum.
Kristian Knudsen vann gull í lopi og Tóki J. Strøm vann silvur. Í parallell barr vann Sverri L. Jacobsen gull og Kristian Knudsen silvur og í reck var Sverri L. Jacobsen einasti luttakarin.
Dreingir
Klaksvíkar Fimleikafelag hevði bara ein luttakara, men hann vann ikki færri enn tvær gull. Silas Gaard úr KF vann gull í lopi, Askur H. Magnason úr HF vann silvur og Fríði Langgaard úr Støkk vann bronsu. Í parallell barr vann Silas Gaard úr KF gull, meðan Askur H. Magnason úr HF og Dánjal Joensen úr Ljósinum báðir vunnu silvur. Í reck vann Torleivur Christiansen úr Ljósinum gull, Fríði Langgaard úr Støkk silvur og Askur H. Magnason úr HF bronsu.
Smádreingir
Silas Poulsen úr HF vann gull í lopi, Bjarki Johannesen úr Ljósinum vann silvur og William N. Djurhuus úr Ljósinum vann bronsu.
Í parallell barr vann Bjarki Johannesen úr Ljósinum gull, Búi Pætursson úr HF silvur og William N. Djurhuus úr Ljósinum bronsu.
Í reck vann Búi Pætursson úr HF gull, Silas Poulsen úr HF silvur og Knút V. Knudsen úr HF bronsu.
Piltar
Askur Eyðunsson úr HF vann gull í lopi, Pauli Richardsson úr Støkk vann silvur og Jøkil við Stein og Jens Eli Høj, báður úr Støkk, vunnu bronsu.
Í parallell barr vann Jens Eli Høj úr Støkk gull, John Joensen úr Støkk silvur og Jøkil við Stein, somuleiðir úr Støkk, vann bronsu.
Í reck vann John Joensen úr Støkk gull, Askur Eyðunsson úr HF silvur og Pauli Richardson úr Støkk bronsu.