Tað verður Christian F. Andreasen, sum verður afturvaldur til forseta í Fótbóltssambandinum, tá aðalfundur verður seinni í hesum mánaðinum.
Tað er greitt, eftir at øll feløgini hava skotið hann upp sum valevni á formansfundi í kvøld. Tað er vorið sum álitisváttan til sitandi forsetan, sum annars boðaði frá, at hetta fór at verða hansara seinasta skeið.
Christian F. Andreasen hevur verið forseti síðani 2010. Sum skilst, so hevur forsetin nú tikið avgerð um, at taka eitt fýra ára skeið afturat sum forseti í FSF.