Øll feløgini fingið grønt ljós

Í fjør setti Fótbóltssamband Føroya í verk loyvisskipanina hjá UEFA fyri feløgini í fremstu deildini í Føroyum. Í ár eru krøvini til feløgini í 1. deild herd nakað, og samstundis eru minstukrøvini eisini farin at galda fyri feløgini í næstfremstu deildini.
 
Grønt ljós til øll
Minstukrøvini snúgva seg í høvuðsheitinum um, at feløgini lúka nakrar treytir á ítróttarliga-, rættarliga-, fíggjarliga-, infrastrukturella- og starvsfólkaøkinum.
Feløgini sendur inn síni próvskjøl síðst í farna mánað, og síðani tá hevur umsitingin hjá FSF kannað eftir, um øll próvskjølini vóru í lagi. Tá ið hetta var gjørt, var tilfarið sent víðari til óheftu 3-manna loyvisnevndina hjá FSF, sum gevur endaligu tilsøgnina um loyvi til at taka lut í ávíkavist 1. og 2. deild, umframt kappingum hjá UEFA í 2005.