Øll fara upp

Nú eru sáttmálasamráðingarnar millum Almanna- og heilsurøktarafelagið
og Fíggjarmálaráðið endaðar við semju. Partarnir settu sína undirskrift á nýggja sáttmálan mánadagin tann 5. juli.
Frá Almanna- og heilsurøktarafelagnum verður sagt, at úrslitið er í tráð við ætlanirnar hjá felagnum um at menna førleikan hjá limunum.
Tann endunýggjaði sáttmálin stendur við til tann 1. oktober 2005. Semjan er grundað á ein karm, sum er umleið 9 %. Tann 1. oktober 2003 hækkar grundlønin 4 %, og tann 1. oktober 2004 hækkar grundlønin 1,67 %. Tann 1. oktober 2004 hendir eisini tað, at lønin hjá øllum starvsfólkum, sum sáttmálin fevnir um, hækkar eitt stig á lønarstiganum.

-hkm