Øll familjan álopin á Facebook

Theodor Joensen úr Havn vil ikki finna seg í, at hann og familjan hjá honum í næstan tvey ár eru blivin úthongt og álopin gjøgnum telefon og internet. Tí hevur hann sjálvur sett eina kanning í verk fyri at finna illgerðarfólkið

Í gjár skrivaði Sosialurin um tvey fólk úr Suðuroy, sum vóru úthongd á Facebook. Í dag traðkar maðurin fram, sum fann fram til, at teldan hjá hesum fólkum vóru millum tær, ið verður nýtt at loypa á mannin og familjuna hjá honum.

Tilboð um sex, morðynskir, pedofili og so framvegis eru boðini, sum hesin persónurin hevur sent til fólk. Bæði undir navninum hjá Theodor Joensen, beiggja hansara, mammu teirra og hjá børnunum hjá monnunum.

Í einum posti stendur enntá, sum er sendur frá falska Theodor Joensen, at hann skal seta eld á húsini hjá persóninum, boðini eru send til.


Beiggin tók tað róligt

- Tað byrjaði fyri einum tveimum árum síðani, tá beiggi mín byrjaði at fáa mailar, sms og brøv. Tað var ikki tespiligt, sum varð sent honum, men hann vildi ikki gera nakað við tað beint tá. Síðani er tað bara blivið verri, og í seinastuni er tað ordiliga eskalera. Persónurin hevur nýtt nøvnini hjá nógvum í familjuni, tá viðkomandi hevur sent til onnur fólk, umframt, at viðkomandi eisini hevur sent boð til familjulimirnar, greiðir Theodor Joensen frá.

Hann greiðir somuleiðis frá, at á byrja við, vildi hann ikki gera nakað serligt, hóast hann helt tað vera sjúkligt.

- Eg fór sjálvur at uppsøkja málið, eftir at mamma mín varð drigin upp í leikin, sigur Theodor Joensen.

Beiggi hansara hevur í morgun lagt út á internetið, at hann ikki sjálvur vildi melda tilburirnar beinanvegin, tí tað bara gekk útyvir hansara persón.

- Men tá perversir mailar komu sendandi til mín frá profilum, upprættaðir í navninum hjá mínum deiligu børnum við bílæti á, helt eg, at nú kundi verða nokk, sigur Ragnar Joensen, sum er bróður Theodor Joensen.


Setti kanning í verk

Tá Theodor Joensen helt tað vera ov mikið, avgjørdi hann at seta eina privata kanning í verk. Hetta var eftir, at málið varð meldað til løgregluna.

Tað, sum Theodor Joensen hevur gjørt, er at spora ip-adressur. Hesar eru ólíkar í øllum teldum, og hevur mann ikki rímiliga góða vitan á økinum, so er torført at fjala hesar.

Eftir at hava kannað hetta í eina tíð, finnur Theodor Joensen fram til, at heilt nógvar av teldunum eru í sama grannalagi á Tvøroyri. Tað er har, fólkini í Sosialinum í gjár koma upp í leikin.

- Eg visti beinanvegin, at tað ikki vóru hesi fólkini, sum høvdu gjørt hetta, men eg haldi tey siga minni, enn tey vita, sigur Theodor Joensen. Sum er sannførdur um, at nú restar lítið í, at illgerðarfólkið verður funnið.

Í kanningini hevur Theodor Joensen eisini útilokað eina rúgvu av fólkum, sum eiga teldur, ið eru nýttar at shikanera familjuna hjá honum og onnur.

Í privatu kanningini fekk hann eisini fólk at skrivar mailar til sín, fyri at fáa greiðu á, hvørjar adressur vóru nýttar.

- Eg veit, at teldan, sum hevur verið mest nýtt ikki er ein av teimum, har fólk hava hjálpt mær við at reinsa tey, staðfestir Theodor Joensen, sum vísir á, at boð eru komin allar tíðir á døgninum, og at hetta ikki hevur gjørt støðuna betri.


Persónurin kennir seg

Theodor Joensen ivast heldur ikki í, at hesin persónurin, sum er úti eftir teimum, kennir tey rættiliga væl.

- Tað vísir seg, at hann veit nógv for nógv um okkum, til ikki at kenna okkum rímiliga væl. Persónurin veit nær eg fari í flúgvaran og hvat eg geri, umframt onnur persónlig ting, staðfestir Theodor Olsen. Sum ikki dugir at síggja nakra orsøk til, at júst teirra familja skuldi verið meira útsett enn nakar annar.


Politiið arbeiðir seint

Í kanningini hevur Theodor Joensen funnið nógv fram, og hann skilur ikki, at løgreglan ikki hevur verið skjótari.

- Hevði eg havt somu møguleikar sum løgreglan, so hevði eg langt síðani funnið fram til, hvør tað er, sigur Theodor Joensen, sum heldur tað vera sera óheppið og keðiligt, at hetta málið skal fylla so nógv í lívinum hjá honum, tá hann ikki hevur til uppgávu at kanna tað. Hann harmast somuleiðis, at tað gongur so seint hjá løgregluni, men hjálptir av kanningini hjá honum, roknar hann við, at illgeraðarfólkið verður funnið um stutta tíð.


Gevst ikki

Síðani málið kom fram í almenna rúmið eru boðini steðgaði at koma, men hetta er ikki nóg mikið fyri Theodor Joensen.

- Nú skal kakerlakkurin út. Nógv peikar eftir einum persóni, men vit vita enn ikki, hvør tað er, sigur hann, og leggur afturat, at nú er málið komið so langt, at tað er ongin møguleiki fyri, at hann fer at gevast á hondum, fyrr enn illgerðarfólkið er funnið.