Eingin fólkskaði var, tá eini hús í Sigmurndargøtu í Havn brunnu í grund í morgun. Boðað varð frá eldinum stutt eftir klokkan sjey Tað vóru seks polakkar, sum starvast á skipasmiðjuni í Havn, sum búðu í sethúsunum, sum skipasmiðjan eigur. Húsini eru bygd seinast í tríatiárunum, og hava seinastu árini hýst starvsfólkum hjá skipasmiðjuni.
Boðað varð frá eldinum stutt eftir klokkan sjey í morgun, og tá sløkkiliðið kom á staðið, stóð eldur út gjøgnum vindeyguni í íbúðini á ovaru hæddini. Men eldurin breiddi seg skjótt, og stutt eftir stóð hann upp gjøgnum takið, og hann breiddi seg eisini til niðaru hædd.
Alt er brent innan úr húsunum, sum eru úr betong.









