Øll fáa viðgerð í ár

78 sjúklingar fáa í næstum bræv um, at tey kortini sleppa uttanlands í ár til serviðgerð.

Hetta eru alt sjúklingar, sum læknarnir mettu kundu bíða eitt sindur við at fáa viðgerð. Tey høvdu fingið tíð antin í Danmark ella í Íslandi, men í summar var játtanin hjá Landssjúkrahúsinum brúkt upp.

Nú hevur løgtingið samtykt eykajáttan, og peningur er tí tøkur aftur til serviðgerð uttanlands.

Sjúkrahúsini í Danmark og í Íslandi hava fingið boðini, og nú skulu tey so finna nýggjar tíðir til føroysku sjúklingarnar.

78 er bara talið av sjúklingum, sum Landssjúkrahúsinum hevur ávíst til viðgerð uttanlands. Haraftat kunnu vera sjúklingar av Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Bráðfeingis sjúklingar eru alla tíðina slopnir í viðgerð uttanlands.