Í hesum døgum arbeiðir Klaksvíkar Kommuna við at seta upp eitt fullfíggjað vatnverk í Svínoy. Hetta skal eftir ætlan standa liðugt um ársskiftið.
- Hetta skal kunna veita 15.000 litrar av drekkivatni um tíman oman í vatngoymsluna, sum tekur um 30.000 litrar, upplýsir Jóhan við Neyst, leiðari á Vatndeildini.
Í løtuni búgva 39 fólk í Svínoy. Men óhugsandi er ikki, at talið kann vaksa, nú alistøðin í bygdini er farin til verka av álvara.