Øll eru vælkomin til Klaksvíkar

Í morgun sá ikki so gott út við veðrinum í Klaksvík, nú Føroya Sjómannadagur verður hildin. Tað var eitt sindur váttligt og eitt lítið lot. Men, sum morgunin er liðin, eru líkindini góð, og ongum nýtist at setast aftur.

Karl Birgir Isaksen, ein av høvuðsfyrireikarunum, sigur, at veðurkønir menn í Klaksvík siga, at seinnaparturin verður góður.

- Nú er mest sum turt og stilli og bestu líkindi til at halda dagin, sum nú verður merktur av ymiskum kappingum, ið stórur áhugi er fyri.

Karl Birgir Isaksen sigur, at fyrireikararnir eru sera væl nøgdir við dagin í gjár, tá skipað varð fyri fiskikapping og vatnkríggi á vánni í Klaksvík.

- Undirtøkan hevur ongantíð verið so stórt sum hesaferð, og vit meta, at stívliga 3000 børn og vaksin vóru við til tiltøkini, sum vóru í gjárkvøldið.

Fyriskiparin sigur seg vóna, at dagurin í dag fer at roynast væl, og at nógv fólk fara at leita sær til Klaksvíkar, sum dagurin gongur.

- Her er nógv at síggja, og her verða nógvar, bæði stuttligar og áhugaverdar, kappingar, umframt onnur tiltøk, sum eru partur av skránni fyri Føroya Sjómannadag.

Karl Birgir Isaksen sigur, at ongum nýtist at seta seg aftur, tó at tað var nakað vátt í morgun.

- Nú er fínasta veður. Nógv er á skránni, eisini til børnini - og alt uttan matsøla, sum er á økinum, er púrasta ókeypis, sigur Karl Birgir Isaksen.