Nú klokkan er farin av átta og fyrstu úrslitini eru komin, eru øll til reiðar í Útvarpshøllini.
Valevnini hjá øllum flokkunum sita spent og bíða eftir, hvat veljarin sigur.
Veljarakanningarnar hava verið ógvuliga ójavnar, og bara valið sjálvt kann siga, hvat endaliga úrslitið verður. Fær Fólkaflokkurin 6 ella 8 tinglimit? Fær Framsókn ein ella tveir? Fær Sjálvstýrið ein ella tveir?
Og fær Miðflokkurin tveir ella tríggjar?
Alt tasð fáa vit svar uppá í kvøld, men kanningarnar siga hvør sítt.