Øll eru í meirilutanum í Havn

Hóast Javnaðarflokkurin vann greiðan meiriluta í Tórshavnar býráð á kommunuvalinum 13. november, so er samgonga nú skipað millum allar býráðslimir.

– Vit vildu fegin hava øll við í samstarvið, hóast vit hava reinan meiriluta, og tí hava vit nú gjørt hesa avtalu við Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, sigur Heðin Moretnsen.

Flokkarnir hava samráðst í gjárkvøldið og í nátt varð semja um, hvussu býráðið skal skipast næstu fýra árini.

Meðan tað fyrr vóru sjey fastar býráðsnevndir, so verða tær nú fimm. Javnaðarflokkurin hevur meirilutan í øllum nevndum, uttan fíggjarnevndini, har Javnaðarflokkurin hevur tvey umboð.

Tær fimm nevndiarnar í Tórshavnar býráð verða nú:

Fíggjarnevndin,

Trivnaðarnevndin,

Tekniska nenvd,

Mentanarnevndin,

og Vinnunevndin, sum er nýggj.

Borgarstjórin er altíð formaður í fíggjarnevndini, men umframt hana hevur Javnaðarflokkurin eisini formannin í Trivnaðarnevndini, Teknisku nevnd og Mentanarnevndini, meðan Fólkaflokkurin fær formannin í nyggju Vinnunevndini.

Javnaðarflokkurin hevur meirilutan í øllum nevndum uttan fíggjarnevndini, har flokkurin hevur formannin og ein nevndarlim, meðn Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava hvør sín lim.

Tjóðveldi fær varaborgarstjóran, sum helst verður Jógvan Arge.