- Øll eru blíð og glað

Svigarindurnar Elin Lindenskov og Ingun Schiller vóru saman við avikavist børnum og ommubørnum farnar ein túr í býin í dag.

"Fyri mítt viðkomandi byrjaði dagurin við skrúðgongu, har eg sjálv gekk," sigur Elin, sum hevur verið partur av býráðnum í mong ár.

"Vit búgva mitt í býnum, so vit hava verið nakað upptikin við at hava gestir á gátt," sigur Ingun og leggur aftrat, "soleiðis eigur ólavsøkan at vera. Man vitjar og fær vitjan."

"Tær síðstu tvær ólavsøkurnar havi eg luttikið í svimjingini frá molanum inn til havnaskrivstovuna. Tað er deiliga frískligt og stuttligt," sigur Elin, "men gott, at tað er tann fyrra dagin."

Ingun og Elin eru hvørja ólavsøku til tingsetanina, har tær saman við øðrum síðani fara til Ingun til ein bita. Fyri tær báðar hevur ólavsøkan eisini stóran týdning.

"Her er ein slíkur hátíðarstemningur. Fólk steðga líkasum á í tveir dagar og njóta tilveruna saman. Felags fyri øll á ólavsøkuni er, at tey eru blíð og glað," sigur Elin, og tekur Ingun samtykkjandi undir við henni.