- Her er talan um eina røð av einkultmálum, har hvør flokkur, hvørt landsstýrisfólk og hvørt tingfólk í samgonguni berjist ein harðan dyst fyri at gera vart við seg sjálvan og taka frástøðu frá hinum. Øll eru í andstøðu í samgonguni, segði Høgni Hoydal. Í síni formansfrágreiðing á flokstingi í Haraldssundi segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, at eingin politikkur er at finnast at í samgonguni, tí í sitandi samgongu er eingin, sum tekur ábyrgd.
- Her er bert talan um eina røð av einkultmálm, har hvør flokkur, hvørt landsstýrisfólk og hvørt tingfólk i samgonguni berjist ein harðan dyst fyri at gera vart við seg sjálvan og taka frástøðu frá hinum. Øll eru í andstøðu í samgonguni. Orðadráttirnir í fjølmiðlunum eru millum samgongufólk innanhýsis og enntá millum landsstýrisfólk.
Høgni Hoydal vísti á, at tað nýggjasta er, at ein landsstýriskvinna, Annika Olsen, er í andstøðu til sítt egna uppskot og til sín sjálvs.
- Hon rópar sítt egna uppskot eina ?ballón?, samstundis sum ein partamaður hennara alment boðar frá, at tey hava eina samgongu, men tíverri er landsstýrið ikki partur av henni.
Floksformaðurin helt, at hetta í veruleikanum als ikki er stutligt, tí hendan farsan, sum hann rópti støðuna, er ein tragedia fyri alla okkara politisku skipan og fólkaræði.
- Mín boðskapur er tí sjálvandi greiður til løgmann og samgonguflokkarnar. Skriva út valið, og lat so allar flokkar føra valstríð á jøvnum føti. Hetta hevur alt ov leingi verið eitt innanhýsis valstríð millum samgongufólk við landsstýrissessum sum atgongd til fjølmiðlarnar við politiskum ballónum, segði Høgni Hoydal.