Tað skal ongin ivi vera um, at allir borgarar í Føroyum, líkamikið hvar teir búgva og hvar teir annars eru á samfelagsstiganum, skulu kunna seg tryggar við heilsuverk okkara.
Heilsumál er grundsúla undir einum nýmótans og tryggum vælferðarsamfelag. Heilsumál koma beinleiðis inn á lívið hjá hvørjum einstakum borgara heilt frá vøggu til grøv, frá fyrsta andadrátti til seinasta andadrátt. Í hesum málsøki liggur skyldan at tryggja øllum eitt trygt og virkið lív.
Av somu orsøk liggur eisini ein heilt serlig skylda á tí, sum skal umsita hetta málsøkið. Uppgávan hevur avgerandi týdning fyri liviumstøðurnar í samfelagnum, og tað er ein fortreyt, at tað alla tíðina verður arbeitt soleiðis, at vit fáa sum mest burtur úr hvørjari krónu, ið skattgjaldarin letur til heilsuverkið.
Fyri at náa hesum máli, er neyðugt at gera broytingar. Men tað er greitt, at vit mugu viðgera hesi viðurskifti væl og virðiliga, so fólk kenna seg trygg við broytingarnar. Tí heilsuverkið vekir náttúrliga djúpar kenslur í hvørjum einstakum borgara.
Heilsuverkið tættari borgaranum
Fyri at tryggja enn betri heilsutænastur í nærumhvørvinum, eiga vit at skipa landið í heilsuøki og savna heilsufakligu tilboðini í lokal heilsuhús. Hetta merkir, at vit ganga burtur frá traditionellu kommunulæknaviðtalunum, sum vit kenna tær í dag. Í staðin fáa vit breiðari heilsufaklig tilboð við kommunulæknum, sjúkrarøktarfrøðingum, fysioterapi, økispsykiatri og øðrum viðgerðum í heilsuhúsunum.
Ambulant viðgerð av fólki við kroniskari sjúku eigur eisini í ávísum mun at verða flutt frá sjúkrahúsunum út í heilsuøkini, soleiðis at sjúklingarnir fáa eitt munandi betri tilboð. Sum dømi kann nevnast, at diabetesambulatorini eiga at verða løgd út í heilsuhúsini.
Samvirkið Sjúkrahúsverk
Fyri at tryggja eina so góða viðgerð sum gjørligt innan sjúkrahúsverkið, er neyðugt,at vit gangnýta samlaða verkið betri.
Vit eiga í hesum sambandi at fáa okkara trý smáu sjúkrahús at samvirka so ella so sum ein felags eind. Hetta er ein avgjørd fortreyt fyri fakligu menningini innan heilsuøkið í Føroyum. Men ikki minst er hetta avgerandi fyri dygdina á teimum viðgerðum, ið vit bjóða sjúklingum okkara.
Á trimum støðum
Nógv hevur verið ført fram, um at hetta er ein ætlan, ið skal niðurlaga Suðuroyar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús. Tvørturímóti verður talan um at fáa meira virksemi inn á tey, enn vit hava í dag.
Ætlanin snýr seg um at fáa deilt eftir umstøðum, vitan og fakligum støði. Soleiðis fáa vit eitt rættari skipað sjúkrahúsverk, ið ger tað lættari hjá sjúklinginum. Vit mugu minnast til, at tað er fyri sjúklingin, at vit hava eitt val útbygt sjúkrahúsverk í Føroyum, sum við hesi ætlan kann gerast enn betri.









