Kristian Magnussen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin sigur, at tíðin er komin at broyta forsorgarlógina og hann veit hvat hann tosar um. Umframt at vera løgtingsmaður, so er Kristian Magnussen sosialráðgevi og forsorgarlógin hevur í mong ár verið eitt av hansara høvuðs arbeiðsamboðum.
Forsorgarlógin er ein gomul lóg og tá hon varð gjørd fyrstu ferð í 1967 vóru nógv fleiri fólk gift enn í dag. Tá var lógin meira rættvís enn hon er nú. Hon er so broytt nakrar ferðir, fyrst í 1977 síðan í 1983 og aftur í 1987 og seinast í 2000.
-Eg haldi, at grein 2 í lógini sum gevur hjúnum uppihaldsskyldu mótvegis hvørjum øðrum eigur at strikast. Á hendan hatt gerast allir borgarar í landinum líka. Eg veit væl, at hetta kemur at føra nakrar eykaútreiðslur við sær, men eg dugi ikki at síggja at tað kann gerast ørvísi. Í dag ber ikki til hjá myndugleikumum at fara undir miðvíst dýunulyftarí at vita hvør svevur hjá hvørjum øðrum. Vit koma ikki trupulleikanum til lívs fyrr enn vit geva øllum borgarum somu treytir, gift ella ikki, sigur Kristian Magnussen.
-Leggur samgongan ikki fram eitt uppskot um at broyta forsorgarlógina soleiðis at øll verða javntstillað, so fari eg sjálvur at leggja eitt slíkt uppskot fyri tingið í næstum, sigur Kristian Magnussen, tingmaður.
Myndatekstur: Kristian Magnussen, tingmaður