Posta hevur latið fleiri posthús aftur og skal spara meira enn so.
Nýggjasta sparitiltakið er, at allur postur skal sorterast í Havn.
Til nú er skipanin komin at virka fyri post úr Suðuroynni, Sandoynni og úr Vágum.
Málið er, at skipanin skal fevna um alt landið, áðrenn árið er úti.
Hetta merkir, at sendir ein suðuroyingur onkrum i Suðuroynni, fer brævið fyrst til Havnar og so suðuraftur.
- Hetta er ein miðsavan, sum fer fram í øllum londum í heiminum, sigur Georg Rasmussen, rakstrarstjóri á Posta.
Íløgusparing
Ein partur av sparingini er, at Posta sleppur frá at gera íløgur í fleiri sorteringsmaskinur enn tær, sum eru í Havn.
Umleggingin skuldi ikki havt við sær, at tað tekur longri tíð enn áður at fáa eitt bræv frá avsendarar til móttakara.
- Vit bera nú bara post út tríggjar ferðir um vikuna, og samband er til oyggjarnar hvønn dag, sigur Georg Rasmussen.
Hann hevur ikki møtt mótstøðu móti skipanini av týdningini, men tað er meira umráðandi nú enn áður, at brøvini verða rætt adresserað.
Tá ið øll sortering verður í Havn, verður minni arbeiði á hinum posthúsum. Kann so ikki hugsast, at nøkur posthús aftrat verða stongd?
- Vit hava bundið okkum til at hava tey stóru økisposthúsini opin fram til 2015. Hvat tá hendir, vita vit ikki, men Posta fer at verða til staðar á teimum støðunum so ella so, sigur Georg Rasmussen.
Nøgdin av brøvum minkar í hvørjum. Minkingin er millum 10 og 15 prosent um árið.








