Øll bjargað av søkkandi ferðamannaskipi

Næstan 1.600 fólk vóru við grikska ferðamannaskipinum ?Sea Diamond?, sum rendi á ein flúr í grikska oyggjahavinum. Næstan 1.200 ferðafólk og manningin, sum taldi 400, eru flutt av ?Sea Diamond?, sum sigldi á ein flúr í einari vík við oynna Santorini í grikska oyggjahavinum.

Griksku myndugleikarnir siga, at tey flestu ferðafólkini eru amerikanarar, men fólk úr øðrum londum vóru eisini við skipinum. Sum skilst hevur eingin fingið skaða.

Tað er reiðaríið Louis Cruise Lines á Kýpros, sum eigur ?Sea Diamond?.