Einasti máti fáa gongd á bústaðarbygging, er at avtaka alt mvg á bústaðarbygging. Tað heldur Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
Løgtingið viðger eitt uppskot frá landsstýrinum um mvg á húsum til almannagagnlig endamál og til leigubústaðir.
Brandur Sandoy sigur, at ein orsøk til, at bústaðarneyðin er so stór, er rætt og slætt, at tað er vorðið ov dýrt at byggja. Av tí sama fáa fólk ikki lán at byggja fyri, tí inntøkugrundarlagið er ikki til staðar.
Hann sigur, at nýggju byggireglurnar hava dýrkað eini sethús, kanska eina hálva millión. Men hóast kommurnar hava skyldu at hava eftirlit við, at reglurnar verða hildnar, hava tær umsitingarliga orku til tað og tí er ikki ordilga eftirlit við, um reglurnar verða fylgdar.
Hann vísir á, at hann prísurin á tilfari er lítið og einki hækkaður hesi síðstu 15 árini, men nýggju byggireglurnar gera, at tað krevst nógv meiri tilfar til at byggja eini hús.
Hann heldur, at nýggjastu byggireglurnar eiga at verða endurskoðaðar fyri at vita um tær skulu broytast á onkrum økjum.
Hann heldur, at einasti máti at fáa gongd á bústaðarbygging, er at avtaka mvg á allari bústaðarbygging yvirhøvur.
Men samstundis skal rentustuðulin eisini avtakast.
– Tað hevði gjørt tað lættari hjá fólki at fingið lán, tí lánini høvdu verið nógv minni og samstundis hevði tað gjørt tað, at bankarnir høvdu víst størri vælvild at lánt fólki pening, tí lánini verða ikki so stór.