Øll bíða eftir Stieg Larsson-filmi

Filmatiseringin av best umtóktu bókunum í Svøríki, sum er skrivaðar av svenska rithøvundanum Stieg Larsson, er byrjað.

Fyrsti filmurin, ?Menn, sum hata kvinnur?, er leikstjórnaður av dananum Niels Arden Oplev. Hann skal filmatisera allar tríggjar bøkurnar í røðini.

 

Filmurin verður frumframførdur í Svøríki og Danmørk 27. februar í 2009.