Øll 24 umborð á farmaskipi við kokaini eru nú fongslað

Farmaskip fermt við bananum úr Ekvador hevði eisini 100 kilo av kokaini við til Danmarkar. Løgreglan heldur fram við kanningunum.

Átta av manningini á farmaskinum Duncan Island« vórðu seinnapartin í dag fongslað av dómara í býarrættinum í Keypmannahavn. Harvið eru øll 24 av manningini á skipinum nú í varðhaldi.

Tey eru øll skuldsett fyri at hava verið við, tá onkur á skipinum leygardagin tveitti 100 kilo av kokaini fyri boð til ein minni bát, sum flutti rúsevnið í land við Spodsbjerg á Langaland.

Frammanundan eru 16 onnur av manningini varðhaldsfongslað til 27. februar. Somu freist fingu hesi átti fólkini. Fýra teirr eru úr Filippinunum, trý eru russiskir ríkisborgarar úr Letlandi.

Harumframt eru tríggir aðrir mans – ein russari og tveir lettar, fongslaðir fyri at hava tikið ímóti eini stórari nøgd av kokaini.

Sunnudagin vóru tey átta fyrstu ferð sett fyri ein dómarar, eftir at løgreglan hevi fingið ein buss at koyra tey til Keypmannahavn úr Kalundborg. Har hevði »Duncan Island« lat at eftir at løgreglan hevði tikið yvirskipið sunnan fyri Gedser.

Í tí sambandi fingu tey átta handtøkuna longda í trý samdøgur. Harvi fekk løgreglan enn meira tíð at kanna málið. Á rættarfundi sunnudagin vóru øll sinnað at svarað spurningum, upplýsir dómarin.

Eftir øllum at døma hevur løgreglan síðani skapt ein grundaðan mistanka ímóti sjófólkunum. Hvat tað snýr seg um, er ikki greitt.

Rættarfundurin varð hildin fyri stongdum hurðum.

Dómarin sigur um fongslingina, at tey kunnu órógva kanningararbeiðið, og at tey kanska rýma.

Farmaskipið var lastað við serliga bananum og broccoli. Tað var í januar farið úr havnum í Ekvador og Mexico, áðrenn tað setti kósina ímóti fyrst Helsingborg í Svøríki.

Eftir at hava siglt gjøgnum Stórabelt áv eg ímóti næsta máli, Sankta Pætursborg í Russlandi, varð kokainið leygardagin fyrrpart lossað í farvatninum við Langeland.

Ástøðið hjá løgregluni er, at evnini skuldu til Keypmannahavnar og møguliga aðrar býir í Skandinavia, framgongur av skuldsetinghunum.

Tað 178 metra langa skipið liggur enn við bryggju í Kalundborg, har løgreglan er við at kanna tað til botns.

– Hon fer at taka rúma tíð, sigur varapolitiinspektørurin Knud Hvass hjá løgregluni í Keypmannahavn um rannsakanina.

/ritzau/