Polsku myndugleikarnir siga, at øll tey 132, sum vóru við polska forsetaflogfarinum, doyðu, tá flogfarið datt niður við russiska býin Smolensk klokkan sjey í morgun. Millum teirra, sum vóru í flogfarinum, vóru Lech Kaczynski, forseti og konan, varauttanríkisráðharrin, tjóðbankastjórin, herovastin og starvsfólkaleiðarin hjá forsetanum.
Guvernørurin í Smolensk sigur, at flogfarið bar við nøkur trø, tá tað skuldi seta seg á flogvøllin í býnum.
Forsetin og fylgi hansara vóru á veg til Russlands at taka lut í einum minningarhaldi til minnis um, at 70 ár eru liðin, síðani Katyn-hópdrápið, tá russar beindu fyri 22.000 polskum hermonnum og yvirmonnum.