Ølklubbin Kaggin í Havn verður nú lýstur til sølu
Seinastu mánaðirnar hevur ølklubbin Kaggin í Havn verið afturlatin. Nú hevur gamli ølklubbin, sum varð stovnaður í 1969, eftir øllum at døma fingið mønustingin, tí í bløðunum í morgion verður bygningurin hjá Kagganum á Svínaryggi í Havn lýstur til sølu.
Bygningurin er 454 fermetrar til støddar í trimum hæddum. Húsið, sum nú stendur har, varð bygt í 1989, eftir at eldur kom í gamla Kaggan. Kortini er niðasta hæddin munandi útbygd í 1998.
Bygningurin, su mer bygdur til veitslu- og náttklubb avirksemi, kann hýsa 275 fólkum og hevur góðkendan ídnaðarkøk