Ljungberg spælir HM við skaða

Svenski landsliðsspælarin Frederik Ljungbjerg spælir í løtuni við einum minni skaða í fótinum, og hann ætlar sær eisini at spæla HM-endaspælið við hesum skaða. Fóturin hovnar eftir dystir, og ímillum dysturinar verður roynt at fáa blóðið burtur aftur. Stundir eru ikki til eina skurðviðgerð í løtuni, og tí ætlar Ljungbjerg at spæla næstu mánaðirnar, hóast hann hevur hendan skaða at dragast við.