Ljungberg í EM-vanda

Svenski Fredrik Ljungberg breyt eitt rivjabein í dysti fyri West Ham í ensku Premier League um vikuskiftið, og skaðin kann hava við sær, at Ljungberg ikki fær spælt í EM-endaspælinum í summar. Ljungberg er ein av týdningarmiklu spælarunum á svenska landsliðnum, og har vóna tey sjálvsagt, at Ljungberg kemur fyri seg til endaspælið í juni.