Ljósskipanin brotin og niðurdottin

Tá fólk komu í Steinatún í morgun, sást skjótt, at her var okkurt øðrvísi, enn tað plagar at vera.

Í Steinatúni er ljósskipan, sum sigur, nær farast kann tvørtur um vegin, og nær tað skal bíðast fyri reyðum ljósi.

 

Her er ljósskipan báðu megin vegin, men í morgun var ikki nógv skil í skipanini, sum er nærmast skýlinum í Steinatúni.

 

Her er antin framt herverk á ljóskipanina - ella hevur onkur koyrt á hana, tí ljósini hanga niður á vegin og gera onga nyttu.

 

At síggja til er skipanin árend, og stoyturin hevur helst verið so harður, at ljós eru dottin niður úr skipanini.

 

Er talan um bil, sum er komin oman gjøgnum Bøkjarabrekku, ið hevur rent á skipanina, hevur bilurin verið úti í skeivari síðu á vegnum.

 

Skipanin hinu megin vegin virkaði, sum vanligt, og tí kundu fólk til gongu, sum ætlaðu sær tvørtur um vegin, brúka skipanina.

 

Hetta man vera eitt tað ferðsluríkasta vegamótið í Føroyum, og her fara nógv gongufólk tvørtur um vegin.

 

Tí er umráðandi fyri tryggleikan á vegamótinum, at ljósskipanin fæst upp at koyra aftur sum skjótast.

 

##med2##

 

 

 

Her sæst, at grøna ljósið í ljósskipanini lýsir, og her sæst eisini, at skipanin er í knúsi.