Ljósfest: Robert, Faroe Boys, Syng við og grill- og sangløta

Gissur Patursson og Robert McBirnir fara at hugleiða, og koma teir m.a. inn á Faroe Boys.

Ljósfestin 2023 byrjar fríggjakvøldið klokkan 19 í tjaldinum á festivaløkinum, har skipað m.a. verður fyri mótasýning og Syngið Við tiltaki, har harmonikuleikarin Hilmar í Lágabø spælir undir.

 

Forkunnugt er eisini, at Gissur Patursson og Robert McBirnir  fara at hugleiða, og koma teir m.a. inn á Faroe Boys.

 

Faroe Boys, har Robert var sangari, var millum fyrstu popp- ella rocckbólkar í Føroyum, og náddu ókendar hæddir í sektiárunum, soleiðis at eftirtíðin hevur mett teir millum teir størstu í Føroyum nakrantíð. Eisini í Íslandi gjørdust teir væl umtóktir, og fingu teir heitið “Føroysku beatlarnir”.

 

Leygardagurin á Ljósfest 2023 hevur nógv at bjóða, m.a. heiðran av borgarum í Vági, og so stóru konsertina, ið byrjar kl 19.00.

 

Sunnukvøldið á Ljósfest er tiltak í tjaldinum.

 

Klokkan 19 verður byrjað við sangløtu, og klokkan 20:30 er Grill og Samvera. Klokkan 21.30 er Ungdómsløta. Fyri sanginum standa Svein í Prestgarði, Anna Djurhuus og onnur. Og við hesum tiltakinum endar Ljósfest 2023 í Vági.