Ljósfest: Pallurin klárur til stóra brakið í kvøld

Hesa vikuna er Ljósfest í Vági. 100 ár eru síðani verkið í Botni varð tikið í nýtslu, og vágbigar, sum teir fyrstu í landinum, fingu streym.

 

Í kvøld er lagt upp til stóra endabrakið á Ljósfestini. Tjald og pallur eru sett upp miðskeiðis í bygdini, og í kvøld fara kend nøvn á pall. Nevnast kunnu Hjarnar, Georg eystan Á saman við Ronnie Nielsen og Rúnu á Heygum, Eyðun Nolsøe, Ingi og Danny.

 

Byrjað verður kl. 18.30, tá mentanarnevndin í Vágs kommunu fer at heiðra mentafólkum.

 

Skráin sæst her:

 

Ljósfestin heldur fram fríggjadagin og leygardagin - Vágs Kommuna (vagur.fo)