Ljósá: Eldurin ikki sløktur enn

Um náttúrðatíð kom eldur í virkisbygningin hjá KJ Hydraulik við Ljósá í Sundalagnum.

Dagføring:

 

Løgreglan sigur nú soleiðis um støðuna við Ljódá:

 

Kunning viðv. eldsbruna í Ljósá:

 

Klokkan 17.33 fekk politiið fráboðan um, at eldur var í vinnubygninginum KJ-Sandblásing við Ljósá. Talan um stóran eld.

Sløkkiliðið arbeiðir enn við at fáa tamarhald á eldinum, men óvist er nær tað verður. 

 

Landsvegnurin millum Ljósá og Eiði er stongdur vegna vandamiklan royk frá eldsbrunanum. Koyrandi er um Eiðisskarð til og frá Eiði.

 

Vinarliga heilsan

Vaktleiðarin

 

Løgreglan stongdi vegin til Eiðis og heitti á fólk um at halda seg burtur frá økinum við Ljósá.

 

Í bygninginum verða goymd millum annað plastrør til alivinnuna.

 

Enn er ikki greitt, hví eldur er komin í, men skaðin er stórur, sum kykmyndirnar vísa.

 

##med2##

 

##med3##