VETRARTUNGLYNDI: Nú veturin nærkast eru tey helst mong, sum merkja, at kroppurin gerst tyngri, huglagið verri og svøvnurin meira krevjandi. Tað er vetrartynglyndi, sum ger seg galdandi, og her um okkara leiðir er hetta ein trupulleiki, sum relativt mong hava.
Tað eru nógvar ymiskar útgávur av tunglyndi, og tann, sum vit nevna vetrartunglyndi, skal viðgerast heilt øðrvísi enn vanligt tunglyndi.
Í veruleikanum er tað so einfalt, at ein sjálvur kann fyribyrgja vetrartunglyndi. Men tá svarið er einfalt, so er tað mangan torført at fremja.
Tunglyndi hongur saman við ljósi og veðrinum annars. Á norðaru hálvkúlu er tað helst ein størri títtleiki enn aðrastaðni, hóast hetta ikki er endaliga prógvað enn.
- Tað sær út til, at besta viðgerin móti tunglyndi er ljósviðgerð. Og hetta er rættiliga áhugavert, tí tað einasta tú skalt gera, er at hyggja í eina ljóslampu millum 30 og 60 minuttir um dagin. Men sum við so nógvum øðrum løttum loysnum er hetta mangan trupult at halda, sigur Tórmóður Stórá, yvirlækni og depilsleiðari á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Hann vísir á, at lættar loysnir mangan eru enn truplari at halda. Til dømis fáa fólk viðmælt at ganga ein túr ella venja hvønn dag í 25 minuttir, tí so vera tey betri fyri heilsuliga. Men tey eru fá, sum í veruleikanum megnað at venja hvønn dag, hóast tað bert er talan um 25 minuttir.
- Og soleiðis er tað eisini við hesari ljósviðgerðini. Men vit hava onkran vetur roynt at bjóða fólki út til okkara hvønn morgun at fáa ljósviðgerð. Tað riggar betur, sigur Tórmóður Stórá.
Stór tema er um vetrartunglyndi í VikuskiftisSosialinum, sum kom á gøturnar í gjár.










