Ljómur á konsertferð í Suðuroynni

Í gjár var kirkjukórið Ljómur á konsertferð í Suðuroynni, nú tað orsaka av corona-støðuni ikki hevur borið til at hava árligu Allahalganna-konsertina í Vágs kirkju.

 

Byrjað varð í Vági har tað fyrst varð sungið á Hamragarði og síðani á Eldrasambýlinum.

Síðani lá leiðin norður á Tvøroyri, har tey sungu í hugnaliga urtagarðinum niðan fyri Ellisheimið.

Tað var heldur kalt í veðrinum, umleið 7 hitastig, men tey royndu at syngja seg heitan.

 

Hetta skrivar Suðurrás.

 

Dagurin endaði við einum kaffimunni og vaflum við rabarbusyltetoy í Handverkarahúsinum á Tvøroyri har jólasøla var av alskyns fínum hondgjørdum lutum, skrivar sudurras-fo.

 

Ljómur vónar, at tað fer at bera til at hava eina felags jólakonsert í kirkjuni, eins og vanligt hevur verið í nógv ár.

 

Ljómur er gamalt kór, og allahalgannakonsertin í november er ein gamal siður, ið hevur fylgt kórinum. Umframt at størri verk onkutíð hava verið á skránni, er Nú Hvítna Tindar fastur táttur til hesar konsertirnar.