Býráðið samtykti í fyrrakvøldið eftir áheitan frá trivnaðarstjóranum og mentamálaleiðaranum at játta tvær miljónir til Reinsaríið. Talan er um pening, sum er avsettur á íløguætlanini fyri 2014. Málið varð samtykt í bæði mentamála- og fíggjarnevndini.
- Arbeiðið í Reinsarínum er nú komið so væl áleiðis, at hesin peningur allur sum hann er fer til at keypa ljóð- og ljósskipan, umframt ymiskt innbúgv. Reinsaríið letur upp einaferð tíðliga í summar, og hetta seinasta arbeiðið fer í gongd beinanvegin, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.