Húsini eru funktionell, ljós og stílfull, og samstundis eru tey sera persónlig. Í erva er stovan, haðani til ber at hyggja oman í køkin. Í miðhæddini eru køkur og spísikøkur út í eitt, og inn frá køkinum eru arbeiðsrúm og sjónvarpsrúm. Í erva og á miðhæddini er opið upp í tróðrið, og nógvu høgu vindeyguni lýsa rúmini upp. Í neðra eru kømur og bað.
Gisla og Christian Eli siga, at tey tíbetur eru samd, tá um ræður húsini. Men at Gisla brúkar meira tíð uppá at pynta og at gera tað heimligt.
Eg haldi tað er so synd í monnum, sum búgva í einum dukkuhúsi. Tí vóni eg, at tað sæst, at vit eru tvey kyn, sigur Gisla.
Fyri Gislu og Christian Eli hevur tað størstan týdning, at húsini eru hugnalig.
Tá opið er upp í tróðrið er vandi fyri at tað verður ov opið og stórt inni, sigur hon. Og hon greiðir frá, at henni dámar væl at ganga á loppumarknaði og at finna stuttligir lutir, sum hóska til húsið. Og so dámar henni væl at seta lutir saman, eitt nú gamalt og nýtt, sum í fyrsta umfari tykjast óhóskandi, men sum kortini taka seg væl út saman.
Gisla og Christian Eli siga, at teimum dámar væl reinar linjur og ein klassiskan stíl við sniðgivnum innbúgvi, sett saman við persónligum lutum. Og so elska tey Ikea.










