Ljósstein-systrar til Fredericia

Seinastu tíðina hevur Svein Rógvi Nielsen verið annar av venjarunum hjá danska Fredericia, og tað er helst fremsta orsøkin til føroyska styrkin, sum felagið nú fær. Uttan fyri vøllin hava Svein Rógvi og Annika nevnliga verið saman í eini 12 ár.

Men tað verður nú fyrst og fremst fyri at spæla hondbólt, at tær báðar systrarnar nú fara at royna seg hjá FHK. Annika, sum er 33 ára gomul, hevur áður roynt seg í donskum hondbólti í bæði Odense og í Viborg. Durita er 18 ára gomul, og eisini hon hevur verið í Viborg, har hon seinnu árini hevur gingið á ítróttaháskúla.

Báðar hava tær sína hondbóltsuppaling í Stjørnuni, har foreldrini bæði eisini eiga nógvar tímar bæði á og uttan fyri vøllin.