Ljósstýringarnar eru dagførdar

Nýggja app-stýringin fer at lætta munandi um stýringina av ljósinum við fótbóltsvallirnar.

 

- Ávísar tekniskar avbjóðingar hava í eina tíð verið við ljósstýringunum við fótbólstvallirnar á Skála og í Runavík. Hetta hevur eitt nú sæst aftur í, at ljósini hava lýst nógv - eisini tá einki virksemi hevur verið á vøllunum.

Tað siga tey í Runavíkar kommunu í dag.

- Ábøtur á stýringarnar eru framdar í seinastu viku. Nýggja app-stýringin fer at lætta munandi um stýringina av ljósinum á vøllunum, og tískil slepst væntandi undan óneyðugari ljósdálking, verður lagt aftrat.